2015-11-27 23:01

Gávukort til 52 handlar í Havn.
Fleiri enn 50 fyritøkur í Havn hava tikið stig til eitt felags gávukort fyriHavnina. Kortið ber heitið Havnarkortið, og gevur tær frælsið at velja áøllum hillum.
Við Havnarkortinum kanst tú fara til handils, á matstovu, á konsert, tilsjónleik, til fitness ella nógv annað.
Havnarkortið fæst til keyps í Kunningarstovuni, og kann brúkast í 52 handlum íHavn. Á heimasíðuni, havnarkortid.fo, kanst tú kanna saldo á kortinum og lesaum í hvørjum handlum, tú kanst brúka Havnarkortið.
Tað er Kunningarstovan í Havn, ið hevur samskipað kortið, meðan Festi hevursniðgivið kortið og Nudlavirkið hevur staðið fyri marknaðarføringiniog gjørt heimasíðuna havnarkortid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald