2017-04-24 16:34

Beint fyri middag í gjár gjørdust íbugvarnir í einum grannalagi í Sandavági sera kløkkir, tá ið ein hvøllur brestur hoyrdist og húsini skulvu, sjálvt hús, sum stóðu 150 metrar frá.
Tað vísti seg, at ein gassspreinging hevði verið í einum úthúsi, har ein maður stákaðist við at gera døgurða.
Spreingingin var so ógvuslig, at vindeygað, sum var í úthúsinum, varð blást út í einum.
Maðurin slapp tíbetur væl frá hendingini, tó fekk hann nøkur brennisár og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og viðgerð.
Helst hevur tað verið ein leki ímillum gassfløskuna og komfýrin, sum var ørsøkin til spreingingina, men tað er ikki staðfest enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald