Ítróttur

Gásadalur ??? Sandavágur ½ maraton

...

2014-08-22 03:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 6. september 2014 skipar Frælsi fyri ½ maraton rennikapping í Vágoynni. Talan er um nýggja, spennandi rutu úr Gásadali til Sandavágs. Tað eru í ár 10 ár síðani at Frælsið varð stovnað, og hendan renningin er ein háttur at hátíðarhalda føðingardagin við fyrstu ½ maratonkapping í Vágoynni nakrantíð.

Startnummurini verða latin í høllini á Giljanesi frá kl. 9.30. Har verður eisini møguligt at skifta. Eisini er møguligt at lata klæðir inn, til beint eftir renningina, sum endar við Sandavágs Kirkju. Farið verður við bussi úr Sandavági til Gásadals, har starturin verður við skúlan kl. 11.00. Á rutuni verður vatn at fáa fyri hvørjar 5 kilometrar.

Tilmelding fer fram her á síðuni. Tey, ið melda til í seinasta lagi 20. august (í dag) fáa umframt eina stóra renniuppliving, eisini eina renniblusu. Kostnaðurin er 275 kr. og skal gjaldast á konto 9181 ??? 1413262. Viðmerkið navn og stødd á renniblusu.

Kappast verður í somu bólkum, sum vit kenna frá Vetrarkappingini.

Kelda: fif.fo skrivað hevur Hallur Holm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder