2019-08-31 12:54

Í 1912 bygdu brøðurnir Niels Jacob og Zacharias Nielsen stórt pakkhús ??ti á Bakka í Sandavági, Niels Jacob doyði í 1922, Hjalmar Nielsen sonur Niels Jacob yvirtók pakkhúsið og bleiv tað tá nevnt "Hjalmarsapakkhús".
Pakkhúsið bleiv brúkt av eingilsmonnum, tá ið teir vóru her undir 2. veraldarbardaga, í 60-inum og 70-inum varð tað brúkt at garva skinn í, Vilma helt til har til Vilhelm Nielsen bygdi høllina inni á Nes.
Í 90-inum varð pakkhúsið tikið niður, men verður nú bygt upp aftur av brøðrunum Vilhelm og Jóhannus Hansen - húsið verður reist í dag - Merkið veittrar har í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald