2016-07-05 07:21

Norska reiðaríðið Havfisk í Hammerfest hevði eitt rimmar ár í fjør, umsetningurin var 200 mill. NOK, harav fiskaði Gadus Neptun fyri 135 milliónir.
Felagið hevði eitt avlop eftir skatt uppá kr. 72,8 milliónir, Eftir skatt gjørtist úrslitið kr. 53,5 milliónir, sum er tvífalt so stórt sum í 2014.
Sambært Kyst og Fjord so var vinningsbýtið í fjør 30 milliónir, í 2014 var tað 20 milliónir og 10 milliónir í 2013.
Kommunan í Hammerfest eigur 40% í felagnum, so tað sæst aftur í kommunukassanum, sum fekk 12 milliónir í vinningsbýti í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald