2013-09-08 04:16
Gadus er farin nýggjan túr í Barentshavið, teir fara at royna í russiskum sjógvi, har teir hava eini 1000-1100 tons eftir at fiska, Gadus lastar uml. 750 tons í flaki.
Gadus loysti av Klaksvík seint í kvøld - í skrivandi stund eru teir útfyri svínoyarbygd - tað eru 32 mans við Gadus, skipari hendan túrin er ??lavur Biskupstø.
Gadus hevur tað seinastu tíðina fiskað makrel, teir hava samtrolað mest saman við Atlantsfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald