2014-01-20 19:14
Alifyritøkan Hiddenfjord hevur fingið loyvi at seta smolt út við Velbastað, einar 300 m suður frá lendingini við Velbastað.
Leygardagin vóru fyrstu smoltini sett út, tað var brunnbáturin Víkingur, sum førdi smoltini av Miðvági suður á Velbastað. Tilsamans verða 170.000 smolt í aliringunum við Velbastað.
Teir seta stór smolt út, tey størstu viga uml. 700 gramm, segði stjórin á Hiddenfjord Atli Gregersen, tá ið vit hittu hann á bryggjuni í Miðvági leygardagin - sí myndir niðanfyri.
Les eisini: Aling norðanfyri Gomlurætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald