2014-02-07 16:49
Fyrstu skattatølini hjá TAKS fyri 2014 eru nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði 96,4 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur. Fyri landið eru inntøkurnar á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør, meðan kommunurnar hava fingið nakrar fleiri skattakrónur enn sama tíðarskeið í fjør.
Í januar mánaði 2014 komu eisini 20 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og góðar 3 milliónir í kirkjuskatti. Í eftirlønarskatti og í kirkjuskatti vísir uppgerðin hjá TAKS, at nakað meir av skatti er komin inn enn um sama tíðarskeið í fjør.
Yvirlit yvir kann fyribilsskattin kann síggjast her
Yvirllit yvir kommunuskattin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald