2015-01-16 19:35

Fyri løtu síðan komu teir fyrstu bilarnir heim um Háls og til Sandavágs.
Enn er bara eitt spor grivið norði á Hálsi, so ferðslan verður skipað soleiðis, at tá ið bilarnir koyra úr Sandavági norður á Háls, so biða bilarnir norðanfyri og tá so teirra tørn er at koyra, so bíða bilarnir í Sandavági.
Vit tóku nakrar myndir, nú tá ið fyrstu bilarnir komu - Myndirnar niðanfyri eru ikki so góðar, tí vit vóru stødd so langt frá tá ið bilarnir komu til Sandavágs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald