Vinna

Fyrsta tvíkiljan í dagførdu gomlu byggihøllini á MEST í Havn

...

2021-03-11 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MEST: Tvíkiljan Nøvan hjá Luna bleiv tikin upp á dagførda bedingsvogninum og inn í gomlu byggihøllina á MEST í Tórshavn seinnapartin í gjár. Nøvan er 15 metrar til longdar og 6 metrar breið og skal til høvuðsumvælingar inni í høllini komandi vikurnar. Tað tók einans 5 minuttir at fáa tvíkiljuna av bedingini og inn í høllina har hon verður standandi á vogninum.

Motorar og gear skulu skiftast og ávísar minni umbyggingar gerast. Harumframt verður ymiskt annað viðlíkahald framt - eitt nú reinsing og máling.

Sum tað sæst á myndunum er eru umstøðurnar góðar og høllin útgjørd við traverskranum, v.m.

Nøvan hevur sítt vanliga virksemi við aliringarnar hjá Luna á Velbastað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder