2014-01-06 01:13
Fyrsta makrellastin í ár verður landað í Fuglafirði.
Fagraberg fór at sigla inn tíðliga í kvøld, við útvið 3.000 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri, einar 90 fj. suður úr Suðuroynni.
Teir verða á Fuglafirði mitt í nátt, teir bunkra fyrst tungolju og verða so klárir at landa til Havsbrún til arbeiðstíð í morgin.
Á leiðini sunnanfyri á uml. 59,5N og 6V eru 4 føroysk skip og 2 íslendsk skip.
Les eisini: Slættaberg siglir inn við 800 tonsum av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald