
Orð og myndir Dávur Winther:
Fyrsta holið sett á síðuna á Norðborg
Í kvøld vóru eini 8 mans frá Mest í maskinrúminum og lastinini frammanfyri maskinrúmið umborð á Norðborg.
Teir hava skorið hol í millum maskinrúmið og lastinini og millum ovaru og niðaur latina.
Eisini er eitt ???lítið??? hol skorið í skrokkin út gjøgnum síðuna væl omanfyri vatngangin. Hetta er í fyrstu syftu eitt ???arbeiðshol??? har teir hava drigið stórar jarndragarar inn í gjøgnum síðuna og síðani bygt stórar berandi stálkonstruktiónir inni í lasini.
Teir hava eisini gjørt eina jarnbreyt, sum blokkurin verður drigin eftir frá maskinrúminum og væl fram í lastina. Hagani verður blokkurin so lyftur upp í ovaru lastinum umvegis ein sveran gálga, teir hava gjørt í erva til endamálið.
Tá ið blokkurin, sum vigar um 25 tons, er komin upp í yvirlastina - settur á serliga stállunnas, verður størri hol skorið á síðuna. Men hetta verður ikki fyrr enn nakað samstundis sum ???nýggi??? blokkurin er komin, helst fyrst í komandi viku.
Motorurin er av slagnum Bergen Dielsen og er góðar 8000 HK til støddar.
Jú, hetta er ein rúgvusmikið og drúgv verkætlan at fáa nýggjan blokk og krumtapsaksil, og smeitur hjá reiðarínum, at leggja rygg til langa bíðitíð og mista veiðu.
Eg spurdi ein av monnunum hjá Mest hvussu gekk. Hann lat væl at, men legði afturat: ???Big job???!
Tað liggja fleiri tjúkkar vatnslangur niður í lastina og maskinrúmið, har menninir arbeiða, tí her verður nógv sveisað og eisini skorið við ilt og gass. So skuldi óheldið verið úti, eru slangur tøkar í stundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald