JN

Fyrsta Frøði í 2014 er komið

...

2014-03-02 23:06 Author image
placeholder

Í hesi útgávuni av Frøði eru tvær greinar, ið umrøða samfelagsliga gransking í sambandi við fiskivinnuna. Í fyrstu atløgu skrivar Kristoffur Laksá MA í stjórnmálafrøði áhugaverda grein um hugtakið klientilismu, og hvussu klientilisma hevur ávirkað og stýrt førda politikkinum í Føroyum síðan 1948. Klientisma snýr seg í stuttum um, at politiska valdið útvegar sær atkvøður aftur fyri at lata klientunum rættindi, sum aðrir borgarar ikki fáa.

Hans Ellefsen doktari í búskapi skrivar eina øðrvísi áhugaverda grein um tær mekanismur, ið gera seg galdandi, tá ið avtalur skulu gerast um býtið av teimum pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast um landamørk. Talan er um samfelagsliga gransking, ið hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Við meira enn hundrað ára gomlum hagtølum vísir Annika Skaalum søgufrøðingur á, at fleiri børn um ár 1900 doyðu í móðurlívi ella undir føðing, tá mamman var ógift, enn tá hon var gift. Hon staðfestir eisini, at lutfalsliga nógv fleiri slíkir tilburðir vóru í Føroyum, enn í grannalondum okkara, Íslandi og Danmark. Hendan greinin snýr seg um munin millum talið á deyðføddum í og uttanfyri hjúnalag í Føroyum, Íslandi og Danmark í árunum 1901-1905, og í trimum ymiskum økjum í Føroyum í árunum 1893-1904.

Vangamyndin hesu ferð er Landssjúkrahúsið sum granskingarstovnur og sum dømi um gransking er nýggj ph.d.-ritgerð hjá Sanne Storm, cand.mag. í musikkterapi. Hon hevur kannað, um tað er gjørligt at menna eitt raddarmetingaramboð, sum kann geva terapeutum upplýsingar um hvussu fólk eru fyri sálarliga, soleiðis at hetta kann brúkast bæði til at sjúkugreina og til at meta um broyting fer fram undir viðgerð.

Eitt annað dømi um verkætlan á Landssjúkrahúsinum er ein kanning, sum lesandi á G1 gjørdu, hvørs endamál var at fáa staðfest, um skurðviðgjørdir sjúklingar á LS fáa rætta nøgd av pínustillandi heiluvági í viðrakning. Ein niðurstøða í kanningini er, at kvinnur hava meira pínu aftan á skurðviðgerð enn menn. Hóast hetta fingu menn meira pínustillandi heiluvág enn kvinnur í viðrakning.

Í triðja lagi hevur Bjarni á Steig gjørt eitt yvirlit yvir tvær ph.d.-ritgerðir og 23 aðrar verkætlanir á medisinska deplinum og Ílegusavninum.

Regin Berg MA skrivar um náttúrðuvirðini í politiskum høpi og niðurstøðan er, at føroyingar síggja fyrst og fremst náttúruna sum nakað, ið skal tæna menniskjum.

Vár í ??lavsstovu adjunktur í móðurmálsfrøði skrivar eina sera hugverkjandi grein um talgilda námsfrøði og talgildar frálærumiðlar, nú talgilt frálærutilfar og talgild hjálparamboð eru alt meiri týðandi partur av undirvísingini.

Dorete Bloch og Bjørki skriva um gátuføra blýggjkúluna, sum var ætlað at skjóta villsvín við, men sum ístaðin endaði í einum grindahvalið, sum í 1997 legði beinini í Sandagerði.

Næstan einki Frøði uttan plantur og hesu ferð skriva Jens-Kjeld Jensen og Anna Maria Fosaa um dúnhærdan fjallakamp, Oreopteris limbosperma, sum er nýggjur trøllakampur í Føroyum.

Frøði er lættvísindaligt rit, og øll kunnu ogna sær vitan um tey evni, ið høvundarnir umrøða.

Frøði fæst í flestu blaðsølum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder