
Fyrsta føroyska skipið - Fiinur Fríði - er farin á makrelveiðu, teir loystu seint í gjárkvøldið, vit hava tosað umborð fyrii løtu síðan, teir leita norðast í føroyskum sjógvi í dag og í morgin, men enn hevur ikki nógv verið at sæð, annars er fiskiskapurin góður beint norðanfyri í altjóða sjógvi, so teir fara helst har, um einki verður at síggja í føroyskum sjógvi.
Fiskiskapurin norðanfyri hevur verið góður í gjár og í dag - 4 russisk skip eru á veg á Føroyar at landa, umframt tað er íslendska skipið Beitir á Fuglafirði við 1.800 tonsum og Margret er á veg til Føroyar, Svend C. er á veg á Kollafjørð, teir hava 1.000 tons. 2 íslendsk skip, sum hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri - Børkur og Sigurður á veg til Íslands.
Tey flestu føroysku skipini, ið fara á makrelveiðu, loysa í komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald