Vinna

Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum

...

2021-09-03 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti íheimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingusamanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum. 

Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað,orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er taliðav skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina økingí stormskaðum. 

Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyriendurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt tilat umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi. 

Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 mentiTrygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Trygginginer hin einasta av sínum slagi í Føroyum. 

"Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðulutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað,fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp,sigur Brian Smedemark," stjóri í Trygd. 

Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera áeinum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturinaltíð er stórur. 

??rslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, harkappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda ???serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar ??? ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslanvæntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt. 

Hálvársroknskapurin í stuttum 

- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør. 

- Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør. 

- Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør. 

- Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør ogeru nú 86,5 mió. kr. 

- Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr. 

- Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6 % sama tíðarskeið í fjør

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder