Vinna

Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av skaðum

...

2020-10-09 11:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fyrra hálvár hjá Trygd var merkt av stórum skaðaendurgjøldum í sambandi við illveður ífyrsta ársfjórðingi og avlýstar uttanlandsferðir orsakað av COVID-19. Viðskiftafólkini hjáTrygd fingu samanlagt góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi í tíðarskeiðnum.  

Gongdin við ársbyrjan var góð og merkt av øktum virksemi og hækkandi inntøkum. ??rslitið fyri fyrrahálvár gjørdist tó munandi verri enn upprunaliga væntað orsakað av ódnarveðrinum tíðliga í ár ogstøðuni viðvíkjandi COVID-19. Nærum 300 fráboðanir um skaðar kring alt landið vórðu viðgjørdareftir illveðrið fyrst í mars. Farsóttin elvdi til sera nógvar fyrispurningar frá viðskiftafólkum í sambandivið avlýstar uttanlandsferðir, og hetta hevur havt sjáldsama stórt arbeiðstrýst við sær hjá Trygd.Samanlagt fingu viðskiftafólkini góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi ársins fyrstu seks mánaðir. 

???Hóast skaðar ongantíð eru hugaligir, so fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpaviðskiftafólkunum í sambandi við stormskaðar og avlýstar uttanlandsferðir. Tað er júst tað, sum erkjarnin í okkara virksemi. Avlopið gjørdist munandi verri enn væntað, men vit eru eitt sterkt felagvið góðum rakstri, og tí tola vit eitt bakkast,??? sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

Nógvu stormskaðarnir og avlýstu uttanlandsferðirnar ávirkaðu eina annars góða gongd hjáfelagnum. Skaðaprosentið fyri hálvárið var 77,6 %, sum er óvanliga høgt. Til samanberingar varskaðaprosentið sama tíðarskeið í fjør 60,5%. 

Leiðslan væntar, at virksemið fer at roynast betur í seinna hálvári. ??tlitini eru tó knýtt at stórarióvissu, av tí at tað er trupult at meta um, hvussu leingi og álvarsliga farsóttin fer at ávirka gongdina.Eisini kann illveður, sum er vanligt fyri vetrarhálvuna, hava stormskaðar við sær, ið ávirka úrslitið. 

Lønarvøksturin í føroyska samfelagnum hevur verið 2-3 % seinastu árini, og av tí sama er taðvorðið dýrari at umvæla skaðar, ið koma á hús, bilar o.a. Árliga prístillagingin hjá Trygd hevurhigartil verið 1 %, og sostatt er kostnaðurin fyri at umvæla skaðar hækkaður munandi skjótari ennárliga prístillagingin. Tískil er tørvur á at endurskoða lønsemið í tryggingunum, og í tí sambandi ferTrygd at hækka árligu prístillagingina upp í 2 %. 

Hálvársroknskapurin í stuttum
 - Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 0,2 mió. kr. samanborið við 7,3 mió. kr. sama tíðarskeið ífjør. 
- Hálvársúrslitið eftir skatt var 147.000 kr. samanborið við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. 
- Tryggingartekniska úrslitið var 636.000 kr. samanborið við 7,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. 
- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 5,5 mió. kr. samanborið við samatíðarskeið í fjør og eru nú 80,9 mió. kr. 
- Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 36,7 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 50,6 mió. kr. 
- Bruttoskaðaprosentparturin var 77,6% samanborið við 60,5 % sama tíðarskeið í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder