Vinna

Fyrra hálvár hjá BankNordik royndist væl

...

2021-08-04 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrra hálvár hjá BankNordik var serliga merkt av søluni av danska virkseminum, ið varð endaligaavhendað í juni. Virksemið hjá samtakinum stóð seg væl á øllum marknaðum í tíðarskeiðinum.

 Hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri.???Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjørbóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávísóvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð,??? sigur Árni Ellefsen, forstjóri íBankNordik. Bankin hevur tó sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg í kjalarvørrinum áfarsóttini. 

Danska virksemið endaliga avhendað 

Í juni varð danska virksemið hjá BankNordik endaliga avhendað til Spar Nord, og samtakið rekur nú banka-,tryggingar-, pensjóns-, og ognarmeklaravirksemi í Føroyum umframt bankavirksemi í Grønlandi.

 Tá ið BankNordik í 2010 víðkaði sítt virksemi til Danmarkar, kravdi hetta nógvan kapital, ið tá varð afturhildinfrá partaeigarunum. Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankinkann tí rinda partaeigarunum peningin aftur. Sostatt ber sølan við sær, at 700 mió. kr. eftir ætlan verðagoldnar partaeigarunum næstu árini. Tað svarar til 73 kr. fyri hvørt partabrævið. Umleið 6.000 føroyingar eruí dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga til samans góð 60% av bankanum.

 Kappingarfør í mun til føroyska og útlendska marknaðin 

Í juli boðaði BankNordik frá broytingum í rentu og prísum og fór samstundis undir at bjóða eina nýggjasamansparingarkontu uttan negativa rentu. Eftir broytingarnar hevur bankin framvegis kappingarførar renturog kostnaðir ??? eisini tá ið samanborið verður við danskar peningastovnar. 

Viðskiftafólk kunnu hava 150.000 kr. til vanligu fíggjarviðurskiftini - t.d. lønarkontu og fíggjarkontu - uttan atrinda negativa rentu. Harumframt ber til at hava upp í 5 mió. kr. á einari samansparingarkontu, ið er bundin í12 mánaðir, uttan at rinda negativa rentu. 

Alsamt fleiri viðskiftafólk velja grønar loysnir 

BankNordik leggur dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólkunum at velja grønar loysnir og bjóðar tí lán til elbil,grønar orkuskipanir og orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við serliga lagaligari rentu. Á tann hátt kunnuviðskiftafólk velja burðardyggar loysnir til bústað og bil, ið bæði gagna umhvørvinum og pengapunginum. Ímars byrjaði bankin at veita eitt nýtt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til bústaðir, ið verðahitaðir við varandi orku. Undirtøkan hevur verið góð, og higartil eru bústaðir fyri 120 mió. kr. fíggjaðir viðnýggja láninum. ??ll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við varandi orku, kunnu leggja vanliga bústaðarlánið um tileitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eitt lægri lánsgjald. 

Roknskapurin í stuttum 

- ??rslitið fyri skatt gjørdist 192 mió. kr. Av hesum stava 90 mió. kr. frá søluni av danska virkseminum 

- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020 

- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við -2 mió. kr. í niðurskrivingumsama tíðarskeið í 2020 

- Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020 

- ??tlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr. 

- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr. 

- Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 

- Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3% 

- Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder