Politikkur

Fyrispurningur um trælahald í Føroyum

...

2013-11-06 04:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur til landsstýrismannin í Vinnumálum um trælahald í Føroyum.

Spurningur 1: Kann landsstýrismaðurin vátta ella avvátta teir upplýsingar, sum formaður fiskimannafelagsins kemur við í samrøðu við in.fo 26. okt., um trælahald í Føroyum?

Spurningur 2: er svarið ja, verður landsstýrismaðurin biðin greiða Løgtinginum frá, hvørji tiltøk hann vil seta í verk fyri at steðga hesum.

Spurningur 3: Er svarið nei, verður landsstýrismaðurin biðin greiða Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at kanna hesi uppáhald.

Viðmerkingar:

Fyri tveimum vikum síðani kunngjørdi felagsskapurin Walk Free Foundation, at 30 milliónir mennisku í dagsins samfelag liva sum trælir. Talan er fyrst og fremst um menn, sum verða hóttir at arbeiða, og kvinnur og børn, sum verða seld í sexídnaðinum.

Samstundis sum hesi alheimstøl vórðu kunngjørd, upplýsti formaður fiskimanna-felagssins, Jan Højgaard, á portalinum in.fo., at:

??? tað eru fólk, sum verða hildin sum trælir í Føroyum.

Jan Højgaard hugsar í hesum sambandi um nakrar av teimum útlendingum, sum koma til Føroya at manna fiskiskip, og sigur:

??? teir verða eisini brúktir at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði á landið, og sigur, at, mangan búgva hesir útlendsku fiskimenn umborð á skipunum, teir eru við og í mongum førum fáa teir ógvuliga lítla løn.

??? Tað er mítt páhald, at í summum førum fáa teir onga løn yvirhøvur, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hann kallar hetta rætt og slætt trælahald og hann heldur, at tað er skyldan hjá einum fakfelag, sum Fiskimannafelagnum, at fría hesar fiskimenn úr trælahaldi, sum hann málber seg.

??? Mannarættindini mugu haldast og tað er okkara skylda at gera nakað við tað, leggur hann afturat.

Í hesum sambandi viðgerð stjórnin í Fiskimannafelagnum, hvussu farast skal fram í hesum fyri at bjarga hesum monnum. Formaður fiskimannafelagsins metir, at ein møguleiki er at fáa mannarættindafelagsskapir upp í leikin, og ein annar møguleiki er eisini at gera ein átaksbólk, sum skal fría hesar trælir.

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder