Fyrispurningur eftirTingskipanini§ 52a
Fyrispurningur um rúsevni,setturlandsstýrismanninum í fíggjarmálum,JørgeniNiclasen(at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Viðmerkingar:
Rúsevnini síggja út til at floyma ótálmaði til Føroya.
Frá ungfólki frættist, at tey javnan fáa í boði at keypa sær ólóglig rúsandi evni.
Seinastu tíðina hevur rættiliga borið av, og sær tað út til,at nú eru rúsevni eisini at finna millum skúlaungdóm í skúlatíð.
Ungdómurin er okkara dýrasta tilfeingi, øll framtíð landsins liggur í hondunum á ungdóminum. Tað er tí sera óhugnaligt at verða vitni til, at ein munandi partur av okkara ungdómi kemur í samband við ólóglig hørð rúsevni dagliga.
Avleiðingarnar eru ógvusligar av nógvurúsevnunum. Alt frá tí at goldið verður fyri hendan rúsin viðseksuellumtænastum, sigst, til at heilar familjur fara í knús, hjúnaskilnaðir, og at foreldur ikki fáa røkt sítt arbeiði vegna vøkunætur og hartil hoyrandisjúkrameldingarvegna strongd. Fyri ikki at tala um heilsuligu trupulleikarnar, ið ungdómur okkara fær uppásiktav hesum vandamiklu rúsevnum.
Innflutningurin til Føroya er vaksin sera nógv seinastu árini, meðan tað hoyrist,at orkan til eftirlitið ikki hevur fylgt við, og at tørvur er á fleiri størvum innan tolleftirlit. Sjálvt um TAKS hevur sett ein tollara afturat í 2020, er lítið sum bendir á,at hetta er nøktandi fyri at minka um nøgdirnar av ólógligum rúsandi evnum í Føroyum.
Samfelagsliga er hetta ein stórur trupulleiki, og tí mugu vit sum ábyrgdarhavandi taka málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað, væntandi at hesin trupulleikin bara hvørvur aftur av sær sjálvum.
Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.
ÁLøgtingi,5. november2020
Brandur Sandoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald