Politikkur

Fyrispurning til Løgmann um hví Anita slapp aftur til fiskiskap

...

2014-09-08 18:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Hvussu ber tað til, at garnaskipið Anita kundi loysa aftur til fiskiskap, tá reiðaríið skilliga hevði forbrotið seg ímóti galdandi reglum fyri manningarviðurskifti, trygd umborð og hevði fiskað ólógliga?

- Metir løgmaður at landsstýrismenninir, ið varða av ávikavist arbeiðsviðurskiftum og trygd umborð og av vinnuligum fiskiskapi, hava røkt skyldur sínar?

- Hvat ætlar løgmaður at gera, so álit á politiska- og umsitingarliga myndugleikan fyri arbeiðsviðurskifti, trygd og fiskiskap, kunnu endurskapast?

Viðmerkingar:

Í kjalarvørrinum á syrgiligu deyðsvanlukkuna umborð á garnaskipinum Anitu í februar, kom ein long røð av óreglusemi fram um skip og reiðarí ??? bæði hvat viðvíkur manningarviðurskiftum, trygd og um ólógligt fiskarí.

Løgmaður hevur alment boðað frá, at fiskiloyvini nú verða tikin frá Anitu. Men, hetta hendir ikki fyrr enn eftir at manningarfeløgini 27. august staðiliga heittu á løgmann um at gera tað. Feløgini vístu millum annað til alt óskilið og sera ivasom viðurskifti í mun til umstøður hjá manningini, umframt ein ræðandi hugburð hjá reiðaríi og skipara. Kortini kundi Anita fara til fiskiskap við spildurnýggjum veiðiloyvi til veiðu eftir svartkalva og havtasku, sum Vørn 29. august sendir reiðarínum, P/F Seta.

Longu í apríl mælti Vørn tó Fiskimálaráðnum til at taka øll fiskirættindi frá Anitu.

Tað er ilt at skilja, at tá tað fyri nógvum mánaðum síðani kemur fram, at talan er um sera ivasom manningar- og lønarviðurskifti, álvarsamt óskil við manningarlistum og stórur ivi um hvørt trygdin umborð er í lagið, kortini ber til at sleppa aftur til fiskiskap.

Tá lagt verður afturat, at skipið setti fleiri enn 4600 gørn út, hóast loyvi bert var til 1400, so gerst hetta enn truplari at skilja, og eingin ivi er um at tað skapar djúpt misálit á alla skipanina, sum er sett skal tryggja góð og trygg viðurskifti fyri manningina umborð, umframt heiðurligan fiskiskap.

Á Løgtingi 8. septembur 2014

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder