JN

Fyrilestur um havfornfrøðiligar kanningar og Eyðanstovuskipið

...

2018-11-08 11:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrilestur um havfornfrøðiligar kanningar og Eyðanstovuskipið

Tjóðsavnið og Vága kommuna skipa hósdagin 8. november fyri fyrilestri um tær fornfrøðiligu kanningar, sum í løtuni verða gjørdar av Eyðanstovuskipinum.

Fyrilestrahaldararnir eru Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiður á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og sum í løtuni ger eina Ph.d í Íslandi og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

Havfornfrøðingarnir eru komnir til Føroya at kanna leivdirnar av skipsvrakinum, sum kom til sjóndar í Eyðansurð í Sandavági í 1947, vanliga nevnt Eyðansstovuskipið. Fyrr hevur verið nevnt um leivdirnar kunnu vera vrakið av einum víkingaskipi.Nú serfrøðingar í havfornfrøði eru komnir at vitja, ber til at koma nærri at einum svari, hvat slagi av skipi hetta er, og møguliga hvussu gamalt skipið er. Fyrilesturin verður hildin á enskum, men høvið verður at seta spurningar á føroyskum.

Fyrilesturin verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin 8. november kl. 17.00 -18.00.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit tóku hesar myndirnar á Tjóðsavninum í gjár - sí niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder