Hvørji krøv og rák hevur framtíðin at bjóða eini fiskivinnutjóð sum okkara á burðadygga økinum?
Á ársins Vinnudegi fer Kjell Bjordal at røða um krøv og rák á burðardygga økinum, sum kunnu hava týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara, eins og hann fer at koma inn á vinnuligu møguleikarnir í hesum høpi.
Kjell Bjordal hevur 30 ára royndir sum leiðari í norskum vinnulívi. Fyrst og fremst úr norsku alivinnuni sum samtaksstjóri í EWOS-Gruppen frá 1998 ??? 2013 og í Glamox-gruppen frá 1989 ??? 1998. Av útbúgving er hann siviløkonomur frá Norges Handelshøyskole við fiskivinnubúskapi sum høvuðsgrein.
Kjell hevur meginpartin av sínum arbeiðslívi fingist við tilfeingi úr havinum, virðisøking og matframleiðslu. Í dag fæst hann einamest við nevndararbeiði. Millum annað er hann formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV.
Á Vinnudegnum 2021 fer Kjell Bjordal at halda ein fyrilestur undir heitinum ???Naturbasert verdiskapning ??? Navigation i den grønne jungle???.
Skrá fyri Vinnudagin 2021 sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald