Fyrilestrar um seyðahald á Hotel Føroyum
leygardagin 22. mars2014
kl 15-17
Sum upphiting til kjøtkvøldið,sum verður leygarkvøldið 22. mars 2014, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrumum seyðahald seinnapartin leygardagin. Seyðurin í haganum hjá Búnaðarstovuniverður gjølla skrásettur, og hesar skrásetingar eru grundarlag undir ymiskumseyðaroyndum. Í fyrilestrum verður greitt frá skrásetingunum og ymiskumroyndum, sum tey gera á Búnaðarstovuni.
Landsdjóralæknin fer eisini athalda fyrilestur um tey tiltøk, sum landsdjóralæknin og HeilsufrøðiligaStarvsstovan gera fyri at basa ridluskriða. Nakað herfyri varð ridluskriðistaðfestur á Skælingi, og seinasta heyst kannaðu tey á HeilsufrøðiliguStarvsstovu seyðin á Skælingi og í grannahøgunum í Leynum, Kollafirði,Kaldbaksbotni og Norðradali.
Skráin:
Kl 1500 Skrásetingar og seyðaroyndir Rólvur Djurhuus
Kl 1530 Kanningar av ridluskriða BirnaMørkøre
Kl 1600 Roynd at royta lomb JensIvan í Gerðinum
Kl 1630 Ávirkan av grágás á grasvøkstur Rólvur Djurhuus
Kl 1700 Liðugt
Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald