Vinna

Fyribilsfrágreiðing: Meira av toski og hýsu

...

2013-08-16 15:38 Author image
placeholder

Fyribilsúrslit: Eitt sindur meira var at fáa av toski (26 %) og hýsu (28 %), meðan tað var eitt sindur minni at fáaav upsa (12 %, Talva 1). Nógv meira var at fáa av makreli, rossamakreli og sild. Onkrar sildir vóru komnar nær gýting. Nógv var av smáum svartkjafti vestanfyri og sunnanfyri. Sum nakað nýtt var nærum eingin smáur hvítingsbróðir fingin, men nógv av stórum hvítingsbróðri. 

Annars verður víst til túrfrágreiðingina fyri túr 1336, har úrslit fyri allan landgrunnin eru víst. Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild. Vit fingu eina hákelling (havkall) og hann hevði etið tvær brosmur. Hitin við botn lá vanliga millum 7 og 11 oC

Túrfrágreiðingin fyri túr nr. 1334 ???Yvirlitstroling-landgrunnur??? hjá Magnusi Heinasyni er nú tøk á heimasíðuni, sí her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder