Politikkur

Fýra veruleikar um sonevndu russlandsvitjanina hja Kaj Leo

...

2014-09-12 22:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flikk-flakk í heimastýrinum


Fýra veruleikar um sonevndu russlandsvitjanina hja Kaj Leo

Høgni Hoydal

Kanska áttu vit at sagt til lukku. Tað eydnaðist enn einaferð Kaj Leo Johannesen við einum hissini kaffimunni í Moskva at seta seg sjálvan í fokus í einum máli, sum hann ongan leiklut eigur í. Talan var einans um eitt spunaátak frá Kaj Leo til persónliga profilering. Og enn einaferð rennur almenna viðgerðin oman eftir lunnunum og á sjógv. Vit verða ikki upplýst, men støðugt drigin niður í óveruligt tos og villleiðingar.


Upp ímóti hesum kunnu vit vísa á hesar veruleikar:

1. Russland hevur tørv á fiski - og tí eru vit ikki rakt av boykotti
Bæði Grønland, Ísland og Føroyar eru undantikin boykotti frá Russlandi. Tað er ikki tí, at hesi lond hava gjørt nakað politiskt ella diplomatiskt fyri at sleppa undan. Ísland tekur enntá sum eitt sjálvstøðugt land lut í handilstiltøkunum hjá ES ímóti Russlandi og er limur í NATO, sum hóttir Russland. Men Russland ger tað, sum tænir teimum í hesum máli, tí tey hava brúk fyri fiski og vilja halda Norðuratlantshav og Arktis uttanfyri støðuna í Ukreina.
At løgmaður letst sum hann hevur nakran leiklut í, at vit ikki eru boykottað - og at hansara vitjan hevur nakran týdning í hesum ??? er reint bluff og villleiðing. Hetta er enn eitt dømi um
heimastýrishugburð, har vit skulu billast inn, at um vit bert eru fitt og látast at halda við onkrum, so skulu tey nokk hjálpa okkum stakkaladýrum í heiminum.


2. Politikkur sum vindurin blæsur
Fyri fáum árum síðani var Kaj Leo Johannesen hart ímóti at stovna nakra sendistovu í Moskva og hann vildi hava Føroyar inn í ES. Og hetta heimastýrislandsstýrið hevur higartil onki gjørt við handilssáttmálar ella havt nakran uttanríkispolitikk yvirhøvur. Um vit til dømis høvdu tikið limaskap í EFTA, so høvdu vit havt fríhandilssáttmála við Turkaland og meira enn 50 onnur lond í somu løtu. At Kaj Leo nú sigur seg vilja styrkja sambandið til Russlands, er bert opportunisma í eini støðu, sum avgerðir hjá øðrum og tilvildin hava elvt til. Hetta er politikkur sum vindurin blæsur.

3. Hvørki Putin ella onnur hava bjóðað løgmanni til Russlands
Spunasøgan er gjørd soleiðis, at vit fáa fatan av, at sjálvur Putin hevur boðið Kaj Leo til Russlands. Og Sjúrður. Skaale vil vera við, Kaj Leo er brúktur til at "seta hol á verjugarðin hja NATO og vesturheiminum". Men ongin almenn innbjóðing er send løgmanni um at koma til Moskva. Hann hevur sjálvur biðið um at sleppa á fund (hetta váttaði hann í tinginum mikudagin).. Og at hava fund við ein russiskan vararáðharra, svarar til vanligan fund á embætismannastigi. Tað hevur onki við stórpolitikk at gera. Og hetta er fyri ein løgmann enntá at seta seg undir heimastýrisstøði eftir diplomatisku protokolloni.

4. Vit eru ikki eftirspurd

Løgmaður hevur ikki ráðført seg við Løgtingið um tær avgerðir, ið hann hevur tikið. Tað er sjálvandi brot á hansara lógarfestu ábyrgd. Men tað leggur hann vertin á, tí samgongutingfólk taka ikki avleiðingar av nøkrum.

Og hetta demokratiska skammlopið er ein beinleiðis avleiðing av, at vit heldur ikki sum tjóð hava ávirkan á ella verða eftirspurd um tær avgerðir, sum Danmark vegna okkum hevur tikið í ES og NATO. Danmark spyr ikki okkum, og Kaj Leo spyr ikki umboðini fyri Føroya fólk á løgtingi. Ja, Danmark kann fara í kríggj við Russland og draga okkum við, eins og tey gjørdu í Irak, hóast vit siga nei. Fólkið í Føroyum hevur ongantíð samtykt at lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum. Tvørturímóti. Og høvdu sambandsflokkarnir í Føroyum fingið sín vilja, so høvdu vit als ikki havt nakran møguleika til egnan handilspolitikk og fiskivinnupolitikk, sum nú hevur elvt til, at Russland ikki boykottar Føroyar.

At vit sjálv taka avgerðirnar, viðgera málini ordiliga og kunnu reka okkara egna uttanríkispolitikk, er sjálvandi lykilin til at røkja okkara áhugamál og at taka væl grundaðar avgerðir um heimsins spurningar, sum hava undirtøku millum fólkið í Føroyum.

Hetta málið er enn eitt dømi um, at løgmaður og onnur kappast um at sláa flikk-flakk úti á síðulinjuni í tí ábyrgdarleysa heimastýrinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder