2019-09-30 15:26

Landsverk heitti herfyri á fyritøkur um at geva tilboð upp á umbygging og dagføring av Eirargarði 14 a. Fýra fyritøkur hava nú bjóðað seg fram og latið inn tilboð.
Eirargarður 14 a skal umvælast og dagførast. Uppgávurnar fevna millum annað um umbygging av køki, vesum, uppseting av ventilatión og dagføring av ljós- og gólvbúnaði. Hetta eru bert nakrar av uppgávunum. Freistin at lata inn tilboð var úti hósdagin í farnu viku, og hesi tilboðini komu inn:
Tilboðsgevar Tilboð
Búsetur SP/F Kr. 4.172.398 u/MVG
JEP Smíð SP/F Kr. 3.333.428 u/MVG
Eysturlon SP/F Kr. 3.907.251 u/MVG
J&K Petersen P/F Kr. 5.572.786 u/MVG
Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini, og niðurstøða um vinnandi tilboð verður fráboðað skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald