2017-05-05 18:35

Tað var klokkan 17:50 at ein løgreglubilur boðaði løgreglustøðuni í Havn frá, at eitt ferðsluóhapp var hent í Kaldbakstunnlinum, og tað gingu nakrir fáir minuttir, so fær løgregla aftur boð um, at eitt annað ferðsluóhapp er hent í Kaldbakstunnlinum bara í hinum endanum. Í báðum førum er tað harmonikusamanstoytir.
Av løgreglustøðuni verður sagt, at teir sendu beinavegin tveir sjúkrabilar, eina politi motorsúkklu og ein politibil á staði afturat tí politibilinum sum boðaði frá fyrsta ferðsuóhappinum.
Tað eru fýra bilar innblandaðir í hesi bæði ferðsluóhappini, og fýra fólk eru eisini flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar upplýsir vakthavandi fyri jn.fo.
Enn er ikki koyrandi ígjøgnum tunnlin, tí ein persónur sleppir ikki úr sínum bili, bilurin hevur fingið so mikið stóran skaða, at hurðarnar kunnu ikki fáast upp, so tað verður arbeitt uppá tað nú.
Hildið verður at ein hevur brotið armin, ein hevur fingið snudd á pannuna, og trygdabelti gjørdi at ein fekk ilt fyri bringuna.
Veðrið er sera gott, og vakthavandi biður fólk koyra eftir Oyggjavegnum til tað er koyrandi aftur ígjøgnum Kaldbakstunnlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald