2017-10-26 07:08
Nú er greitt, at fyrstu umførini í Futsal, kappingarárið 2017-2018, verða í Klaksvík leygardagin og sunnudagin, 4. og 5. november.
Vikuskiftið 4. og 5. november verður skjøtin setttur á Futsal-kappingina 2017-2018. Fyrsta umfarið í komandi kapping verður í Klaksvík, og verða tað Dreingir U14 og U16, ið leggja fyri.
Byrjað verður leygarmorgunin 4. november klokkan 09:00, og síðani verður spælt til umleið klokkan hálvgum átta um kvøldið. Sunnudagin verður fyrsta spark klokkan 13:30, og sambært skránni verður spælt til klokkan 19:00.
Skráin sæst her
Leikskráirnar fyri Gentur U12, U14 og U17, og Dreingir U12 verða lagdar á heimasíðuna skjótast tilber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald