2014-09-26 13:48
Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í ??sáskúlanum um
framtíðar eldraøkið.Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og
Hedevig Matras fara at leggja fram
TIGN
Tíðindaskriv, 26. september 2014
Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í
føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt.
Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina
góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá
vælferðarsamfelagnum broytast.
Hetta verður evnið á almennum fundi, sum TIGN skipar fyri í
??sáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið 30. september kl. 19.30, har fleiri
áhugaverdar framløgur vera at hoyra.
Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði, fer at leggja fram nøkur
úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum:
· hvat hevur týdning í einum gerandislívi
· hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.
Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L.
Jacobsen, leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at
hava felags framløgu:
· hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað
verður yvirtikið
· hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at tosa um framtíðar
avbjóðingar á eldraøkinum:
· stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska
samfelagnum komandi áratíggjuni
· neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið
· broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina
góða og samanhangandi tænastu
Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum
· týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek
Eftir fundin er orðið frítt og ein drekkamuður verður eisini at fáa.
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen
Hanne-Dot Ludvig
Betzy Ludvig
Mary Antonsdóttir
Tóra Tórgarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald