
Eitt starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.
Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:
·Ganga vakt eftir vaktarskipan.
·Luttaka í dagliga arbeiðinum.
·Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
·Annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
·Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.
·Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
Dentur verður annars lagdur á:
·Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
·Royndir innan yrkið
·Góð samstarvsevni
·Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.
Umsókn:
Skrivlig umsókn viðCV, avritum av prógvum og møguligum viðmælumskulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi15. august 2019 kl. 14.00.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsókn skal sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: [email protected]
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu.Henda lýsing er eisini á heimasíðuniwww.vorn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald