Vinna

Fuglberg og Skoraberg hava landað gulllaks á Kósini

...

2018-04-03 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fuglberg og Skoraberg komu á Klaksvík tíðliga í morgun, báðir fullfermdir av gulllaksi, sum teir hava landað á Kósini, veiðan er seld til Tavuna í Leirvík.

Hetta var fyrsti gulllaksatúrurin hjá teimum í ár, tilsamans vigaði veiðan góð 420.000 pund, teir royndu í 5 dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder