2017-08-07 21:54
Oddastríðið í fremstu deildini hjá monnum harðnaði, tá 17. umfar í EFFO-deildini varð spælt sunnudagin. Víkingur og KÍ taptu sínar dystir ímóti ávikavist HB og EB/Streymi, samstundis sum NSÍ vann greitt á TB/FCS/Royn.
Í niðara endanum í EFFO-deildini er eisini tætt. 07 Vestur vann á Skála, og nú eru bara fýra stig millum vágamenn og skálamenn, ið liggja hvør sínu megin niðurflytingarstrikuna.
Í FSF Varpinum ber til at síggja øll 19 málini, sum vórðu skoraði í 17. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald