Á aðalfundinum hjá UEFA, sum hevur verið í Astana í Kazakhstan hesa vikuna, hava øll 54 limalondini tikið undir við einum uppskoti um at arbeiða við eini nýggjari kapping fyri A-landslið, sum nevnist Nations League.
Nýggja kappingin skal eftir ætlan fara av bakkastokki á heysti í 2018, áðrenn farið verður undir undankappingina til EM í 2020.
Bólkar eftir styrkismeting
Vanligt hevur verið, at ein EM- ella HM-undankapping fer í gongd umleið tvey ár undan sjálvum endaspælinum. Men soleiðis verður ikki í sambandi við EM í 2020. Tá verður ikki farið í gongd við sjálva undankappingina fyrr enn á vári í 2019.
Ístaðin verður farið undir nýggju Nations League kappingina á heysti í 2018. Tey 54 londini í UEFA verða býtt upp í fýra deildir alt eftir, hvar tey liggja á styrkislistanum hjá UEFA.
Sambært fyribils upplegginum so vera í teimum báðum ovastu deildunum 12 lond í hvørjum, meðan 14 lond eru í triðbestu deildini og 16 í lægstu deildini, har sum Føroyar koma at vera, um styrkismetingin er á leið tann sum í dag.
Hvør deild verður síðani býtt upp í fýra bólkar, sum spæla hvør sítt bólkaspæl. Bólkaspælið verður spælt á heysti í 2018, og vinnararnir av einstøku bólkunum í ymsu deildunum spæla síðani seinni eitt finaluumfar.
Vinnararnir av teimum fýra finaluumførunum í einstøku deildunum tryggjar sær við sigrinum eitt pláss í EM-endaspælinum í 2020. Tað vil í veruleikanum siga, at eitt av teimum 16 veikastu londunum á styrkislistanum sleppur at spæla seg til EM-endaspælið.
Væl fleiri dystir
Nýggja kappingin kemur at hava við sær, at talið av landsdystum verður munandi hægri, enn tað hevur verið. Tilsamans kemur eitt land sum Føroyar at spæla í minsta lagi 16 landsdystir, sum er veruligir kappingardystir yvir tvey ár, har man í løtuni spælir um 10 dystir yvir tvey ár.
Tað kemur so eisini at hava við sær, at talið av venjingardystum millum lond lækkar munandi, og í stóran mun koma teir at detta burtur.
Skipanin av Nations League kemur at hava við sær, at føroyska landsliðið í størri mun kemur at spæla móti javnlíkum londum í Nations League, men framhaldandi fer man at spæla móti sterkari tjóðum í vanligu undankappingunum.
Aðalfundurin hjá UEFA hevur einmælt samtykt, at arbeiðast skal víðari við nýggju kappingini og nýggja kappingarleistinum, sum altso eftir ætlan fer av bakkastokki um bert fýra ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald