Ítróttur

FSF: Byggingin gongur eftir ætlan

...

2014-03-11 21:49 Author image
placeholder

 Byggingin av nýggja FSF-bygninginum gongur nú eftir ætlan, hóast arbeiðið fekk eitt skot fyri bógvin, tá ið ein ódn í desember mánað jarðlegði triðingin av sperrunum. Eftir ætlan skal byggingin verða liðug, tá ið EM-undankappingin hjá A-landsliðnum byrjar við dysti móti Finnlandi á Tórsvølli 7. september

Tað gongur støðugt framá við byggingini av nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll.

Tað gongur støðugt framá við byggingini av nýggja FSF-bygninginum við sunnara enda á Tórsvølli. Arbeiðið bleiv nakað órógvað av ódnarveðrinum stutt fyri jól, men bæði arbeiðstakarin og veitararnir hjá teimum hava veruliga spílað út fyri at sleppa undan eini alt ov stórari seinking. Upprunaliga varð mett, at arbeiðið skuldi vera liðugt um ólavsøkumundið, men nú verður tað ístaðin sum áðurnevnt fyrst í september, og havandi í huga ófantaliga veðrið, sum vit hava havt í vetur, so má sigast, at arbeiðið sum heild hevur gingið væl.

Nýggi bygningurin

Nýggi FSF-bygningurin fer ikki bert at vera eitt hús hjá Fótbóltssambandi Føroya. Bygningurin verður eisini høvuðsinngongdin til Tórsvøll, og tað er í hesum bygninginum at fyrsta áskoðaraplássini undir taki verða. Tey eru 900 í tali.

Bygningurin verður innrættaður í trimum hæddum. Í ovastu hæddini kemur umsitingin hjá Fótbóltssambandinum at halda til, meðan miðhæddin verður innrættað til undirvísingarhølir, sum kunnu brúkast til eitt nú nógva skeiðvirksemi, ið FSF skipar fyri, og eisini til vælumtókta fótbóltsskúlan.

Í veghæddini verður ein eitt sindur øðrvísi kafé, sum Hotel Føroyar kemur at reka. Talan verður um eina kafé, sum í stóran mun fer at venda sær til teirra, ið velja heilsugóðan mat.

Ovasta hæddin og miðhæddin verða innrættaðar soleiðis, at tær í sambandi við dystir á Tórsvølli kunnu brúkast til tiltøk so sum borðhald og móttøkur. Stór felagsøki koma at venda út móti vøllinum við glassveggi, og tað fer at bera til at koma beint út á áskoðaraplássini frá hesum hølum.


Leggja tak á eystaru síðu

Byggingin av nýggja FSF-bygninginum við 900 áskoðaraplássum undir taki er triðja stig í dagføringini av Tórsvølli, sum Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna hava samtykt.

Fyrsta byggistig vóru stór ljóssteyrarnir, og annað byggistig var at fáa graslíki lagt á sjálvan vøllin. Fjórða byggistigið, sum væntandi farið verður undir, tá ið nýggi bygningurin er liðugur, fevnir um at leggja tak á eystaru síðu við vøllin. Tað fer at hava við sær, at 2.700 áskoðarar tá fara at hava møguleika fyri at sita undir taki til dystir. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt á sumri í 2015.

Tilsamans eru sjey byggistig stungin út í kortið í sambandi við dagføringina av Tórsvølli. Fimta byggistig verður at umbyggja verandi hús hjá FSF og fáa síðstu áskoðararnar undir tak, meðan sætta byggistig fevnir um at gera torgið framman fyri nýggja bygningin hjá FSF liðugt. Hetta torg skal vera samskipandi fyri alt virksemið í Gundadali, og pláss skal gerast fyri allari tí útgerð, sum er neyðug í sambandi við sjónvarpsframleiðslu av altjóða dystum. Sjeynda og seinasta byggistigið er at byggja omaná FIMI-bygninginum, men júst hvussu hetta skal gerast, og hvat hetta skal fevna um, hevur man enn ikki tikið nakra endaliga avgerð um, hóast fleiri ætlanir eru á borðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder