2019-10-04 06:58

Árið er farið at halla og somuleiðis sæst nú fyri endan á gastronomiska kalendaranum hjá matstovunum Heima Í Havn. Í september var sera væleydnaða tiltakið við toski og hýsu av Føroya Banka, umframt føroyingar vóru tað sera nógv útlendsk ferðafólk sum nýttu høvið at smakka hesar okkara gastronomisku gimsteinar.
Fríggjakvøldið 10 Oktober er næsta tiltak á gastronomiska kalendarinum nevniliga Havsins Fruktir á Barbaru har borðreitt verður við igulkerum, jomfrúhummara, jákupsskeljum og øðrum góðum skeljum frá okkara firðum.
Kári Danielsen fer at standa fyri matskránni og frægi sommelierur okkara John Mikkelsen hevur sett saman sera góð vín úr Spanien og Portugal, ógvuliga væl hóskandi til skeljamat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald