Mentan

Fróðskaparrit 61 komið

...

2015-02-25 18:18 Author image
placeholder

Fróðskaparrit nr. 61 í røðini hevur tíggju vísindaligar greinir og eitt yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2011-2013. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.

Í nýggja ritinum eru átta greinir innan hugvísindi.

Rolf Guttesen geografur hevur skrivað tvær greinir.

Tann fyrra er um fiskatíggjund. Høvundurin greiðir frá teim vaksandi trupulleikum, sum koma fyri í uppkrevjing av fiskatíggjund, so sum hetta verður lýst í ymsum skjølum. Haraftrat verður tann áralanga viðgerðin í løgtinginum tikin við. Seinna greinin er um sendingsgóðs í tíðarskeiðinum 1805 til 1855, sum verður sent Danmarkar.

Erling Isholm søgufrøðingur hevur skrivað grein um eplavelting í Føroyum í 19. øld. Greitt verður frá søguni um eplini, sum Pløyen keypti í 1839, og víst verður á, hvussu tað við hesum eplakeypi eydnaðist almennum myndugleikum at forða fyri, at stígur kom í framburðin, sum hevði verið undanfarnu 20 árini.

Eivind Weyhe málfrøðingur hevur tríggjar greinir. Fyrsta greinin er um trý staðarnøvn á Sandi: Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir. Onnur greinin er um Ániasartátt í eini uppskrift á suðuroyarmáli. Tátturin er prentaður stavrættur aftast í greinini. Málformurin verður lýstur og kjakast verður m.a. um, hvat brigdi av suðuroyarmáli uppskriftin umboðar. Triðja greinin er um variatiónina av sjálvljóðunum i og u í føroyskum endingum, serliga í bendingarendingum, sum úrslit av broytingum ið eru farnar fram frá norrønum til nútíðarføroyskt. Roynt verður at lýsa orsøkirnar til broytingarnar, og mett verður at tær í mestan mun eru úrslit av lyndi til at gera ta grammatisku skipanina meira einfalda og gjøgnumskygda. Eisini verður gjøtlað um nær broytingarnar eru hendar, og hvar í landinum tær hava tikið seg upp.

Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen málfrøðingar hava skrivað grein um, í hvønn mun fyrisetinginfyrimøguliga kann stýra hvønnfalli, har hon fyrr stýrdi hvørjumfalli, ella um fólk kunnu hava variatión í báðum føllum.

Hjalmar P. Petersen og Renata Szczepaniak hava skrivað grein við heitinum ???Frá hvørsfalli til klípi??? um broytingar í málnýtsluni. Hugt verður nærri at tí óvirkna hvørsfallinum, og tað verður víst, at hetta fallið er keldan aftan fyri tey klípini, sum nú eru í samansetingum.

Tvær greinir eru innan náttúruvísindi. Leivur Janus Hansen og Bergur Olsen hava skrivað grein um føroysk heiti á fuglakroppi og fjaðurbúna. Ofta tróta heiti, tá ið ein skal greiða frá fuglakroppinum, sum beinleiðis kunnu samanberast við útlendsk heiti. Hetta er mest galdandi í samband við fjaðurbúnan, veingir, høvd og bein. Í greinini verða nøvn sett á teir partar, ið frammanundan ikki hava nøvn, og skotið verður upp, hvat navn skal nýtast, tá ein partur hevur fleiri nøvn.

Hina greinina hava Jens-Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø skrivað. Hon er um landsniglar. Síðan kanning, sum Solhøy framdi 1977-79 er eingin skipað kanning gjørd innan útbreiðslu av landsniglum. Nógvur innflutningur av byggitilfari og urtagarðs tilhoyri hevur skapað karmar fyri innførslu av nýggjum sniglasløgum til oyggjarnar. Hendan greinin er grundað á innsavnað tilfar og eygleiðingar seinnu mongu árini frá heimildarfólki kring landið, sum hava vent sær til Jens-Kjeld Jensen. ??rslitið higartil er ein staðfesting av sjey sniglasløgum, afturat teimum 20 sum Solhøy hevur skrásett í Føroyum. Umframt var eitt slag innført við vinnu fyri eyga, sum ikki tykist tola føroyska veðurlagið.

Ritið er 214 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum.

Ritstjóraskifti

Hetta er seinasta ritið, sum Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen ritstjórna. Tær leggja nú frá sær og nýggj ritstjórn tekur við, tað skrivar www.setur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder