
Umskúling til Airbus 320/320 neo
Atlantic Airways leggur dent á, at útbúgva og førleikamenna staðbundna arbeiðsmegi og sum ein liður í hesum, bjóðar Atlantic Airways aftur type-rating til føroyskar fríyrkisstýrimenn (M/K).
Eftir umskúling fært tú møguleika at flúgva sum fríyrkisstýrimaður (M/K) í summartíðarskeiðnum 2022.
Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu ??ogskiparum, at hjálpa til á ein professionellan hátt at halda tey høgu krøv, tænastu og væntanir, sum verða sett til Atlantic Airways.
TÍNIR EGINLEIKAR
Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og professionelt. Tú skalt vera broytilig/ur (??eksibul) her verður eisini hugsað um tað praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU.
KR??V
Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum sertifikatum:
ATPL(A)
MPL(A)
CPL(A), við ATPL teori og MCC prógvi
Í øllum trimum førum, skalt tú hava eitt galdandi IR(A)ME, eitt General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN), Medical Class I og ICAO Language proficiency við level 4 í enskum. Harafturat krevst minst 200 tíma flúgvitíð (ikki íroknað simulator).
ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR
Byrjarnarsamrøður verða í januar 2022.
Verður tú vald/ur, skalt tú umskúlast til at kunna ??úgva okkara Airbus 320/320neo. Umskúlingin fer fram hjá Airbus í februar 2022.
Atlantic Airways rindar fyri umskúlingina, ferð, uppihald og dagpening. Løn verður ikki goldin í sambandi við umskúlingina.
Eftir umskúlingina verður avtala gjørd um line-venjingina, sum tekur umleið ein mánað.
Avtalan er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum hjá okkara fríyrkisstýrimonnum.
Tá byrjanarsamrøðurnar og valið av fríyrkisstýrimonnunum hava verið, skulu tey valdu ígjøgnum ígjøgnum eina lógakravda persónsgreining (Psychological Assessment).
Við støði í hesum verður tað okkara úrvalsnevnd, sum fer at velja út og gera tilmæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita HR-leiðarin, ??ogovastin, ??ogstjórin, venjingarleiðarin og eitt umboð fyri flogmenninar.
UMS??KNIR
Hevur tú hug at søkja, vinaliga send okkum eina skrivliga umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til [email protected]
VILT T?? VITA MEIRA?
Set teg so í samband við Ellef Ellefsen, flogstjóra, á telduposti [email protected] ella tlf. 228 741 ella ElinaSigvardsen, HR leiðara, á telduposti [email protected] ella á tlf. 213 702.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald