2019-02-20 16:35

Vit leita eftir fólki til sølu- og kundatænastu okkara, sum hava hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina fyrstafloks tænastu.
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka í støðugari menning, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru ein hornasteinur undir okkara virksemi.
Vit leita eftir frítíðaravloysarum til sølu- og kundatænastuna, har tú verður partur av teimum hepnu, ið hava dagligt samband og samskifti við viðskiftafólk okkara.
Tað hevur stóran týdning, at tú...
??? hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðavinnu
??? ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
??? trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
??? dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
Arbeiðið fevnir um:
-avgreiðslu av ferðafólkum í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
- avgreiðslu av fyrispurningum frá viðskiftafólkum
- arbeiði í bíleggingarskipanini Amadeus
- ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á deildini
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða:
- tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum
- eitt áhugavert og fjølbroytt starv innan kundatænastu og ferðavinnu
- eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
- møguleika at halda fram sum avloysari; td. í kvøld- og vikuskiftisvaktum
Krøv:
Tú skal vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hava góðar telduførleikar. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina. Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 30. september 2019. Eisini ber til at søkja starvið, um tú gongur í skúla og fært arbeitt fulla tíð í td. summarfrítíðini, um vikuskiftið, halgidagar osfr.
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7 og 21 allar dagar í vikuni, og tað kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði. Tá ið talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.
Starvsstaðurin er á skrivstovu okkara á Vága Floghavn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á sølu- og kundatænastuni Heidi Askham á tlf. 214900 ella á [email protected]
Umsókn
Skrivlig umsókn við mynd, avritum av prógvum, lívsrensli (cv) og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected]
Umsóknarfreistin er hósdagin 7. mars 2019.
UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvs fólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu upp gávur eru at knýta Føroyar nærri um heiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald