2014-10-22 19:02

HSF: Fremsta kvinnudeildin í hondbólti eitur nú Hvonn deildin. Hondbóltssambandið kann í dag boða frá, at samstarvsavtala er gjørd við hvonn um fremstu kvinnudeildina.
Hvonn hevur í dag latið upp nýggja stásiliga matstovu í SMS og er hetta fjórða hvonn staðið í Føroyum. Hvonn er eisini í Hotel Tórshavn, Hotel Vágum og á flogvøllinum. HSF sær fram til eitt gott samstarv við Hvonn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald