2018-12-18 22:04

Betri: Hesar eru freistirnar fyri flytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi innan árslok.
- Vanlig flyting í sama peningastovni - fríggjadagin 28. desember kl. 18.30
- Vanlig flyting millum peningastovnar - hósdagin 27. desember kl. 18.30
- Flyting sama dag - fríggjadagin 28. desember kl. 11.00
- Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.
Lønarflytingar
- Lønarflytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi fyri jól - hósdagin 20. desember kl. 16.00
- Lønarflytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi innan árslok - hósdagin 27. desember kl. 16.00
GG! Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting og flyting sama dag í seinasta lagi hósdagin 27. desember, hóast freistin er fríggjadagin 28. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald