2021-05-03 10:27

Spurnarkanningin um ferðsluviðurskiftini í Miðvági og Sandavági, sum skipað hevur verið fyri í hesum døgum, hevur fingið góða undirtøku.
Nógv svar eru komin, men av tí at freistin var so stutt, er hon tí nú longd við einari viku.Fyrireikararnir vænta at fáa svar frá nærum øllum 145 húskjunum, sum fingu spurnarblað.
??ll svar, sum fara í postkassan áðrenn henda vikan er úti, koma við í hagtølini.
Tilfarið verður alt viðgjørt í trúnaði og fyribeint tá ið lutakastið hevur verið.
Fyri at fáa gott hagtalsgrundarlag, er týðandi, at so mong sum tilber, svara.
Tað ber eisini til at senda sms til tlf. 21 26 00, so heinta fyrireikararnir svarbjálvan beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald