Politikkur

Freistin fyri depositum útsett til 1. apríl 2021

...

2021-03-09 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri at tryggja rætta tørvin á grundstykkjum, er reglugerðin fyri bíðilista til grundstykki í Vága kommunu broytt. Millum broytingarnar eru, at um takkað verður nei tríggjar ferðir til grundstykki, verður umsøkjarin fluttur aftast á listan. Somuleiðis verður samb. § 3 kravt depositum ákr. 10.000,-fyri at koma á bíðilistan. Depositumið verður mótroknað keypinum av grundstykkið ella endurgoldið, um umsøkjarin velur at fara av listanum.

Tá borgari hevur skrivað seg upp til grundstykki, sendir Vága kommuna rokning fyri depositum. Fyrst tá váttan er fingin fyri at depositum er goldið, verður borgarin settur á bíðilistan til grundstykki.

Tey sum longu standa á bíðilista til grundstykki, hava fingið bræv frá Vága kommunu, freistin at gjalda var 1. mars 2021, men tað er avgjørt at útseta freistina til1. apríl 2021.

Tey, ið ikki hava goldið innan 1. apríl 2021, verða strikaði av bíðilistanum.

Reglugerðin kann heintast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder