2021-05-18 12:51
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Sørvágs skúli skrivar 17.05.2021:
Tá skúlaárið 2020/2021 endar, takkar Frank eisini fyri seg. Í morgin er seinasti skúladagur hjá 9. og 10. flokki, og tí høvdu vit boðið Frank til eina hugnaløtu í skúlanum í morgun.
Borgarstjórin bar Frank eina heilsan og segði m.a. at áðrenn fartelfonina, tá ringdu foreldrini bara til Frank og spurdu, hvar børnini vóru. Ein mamma í Bø ringdi algoyst til Frank ein dagin, tí hon fann ikki sonin. "Jújú", segði Frank. "Eg koyrdi hann til Bíggjar eftir einum bjargingarvesti og tráðuni og síðani út á kaiina, so har skuldi hann verið."
Vit takka Frank hjartaliga fyri góða tænastu og ynskja honum og Anny alt tað besta.
Frank fekk handaða eina heilsan frá Sørvágs kommunu og skúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald