Vinna

Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent í 2014

...

2015-04-25 00:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

2014 var eitt gott og grønt ár hjá SEV, har bæði rakstrartøl og framleiðslutøl fóru munandi rætta vegin. Ársúrslitið var slakar 58 milliónir krónur, og framleiðslan úr varandi orkukeldum kom heilt upp á 51 prosent


SEV liggur enn trygt á grønu kósini, samstundis sum búskapurin er styrknaður nógv við stórum avlopi á rakstrinum. Tað vístu framleiðslutølini og roknskapurin hjá elfelagnum um árskiftið 2014-2015.


Ársúrslitið hjá SEV var 57,8 milliónir krónur í 2014 eftir skatt. Tað er 45,9 milliónir krónur meira enn í 2013, tá ið elfelagið hevði 11,9 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum.


-Tað er hugaligt annað árið á rað at taka samanum og kunna staðfesta, at gongdin er góð. Tað gongur væl bæði búskaparliga og á grønu kósini, og neyvan nakrantíð áður hevur avbjóðingin hjá SEV verið størri. Samstundis sum vit skulu nøkta skjótt vaksandi eltørvin, skulu vit halda grønu kósina um 100 prosent grøna orku á landi í 2030, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.


Í 2014 stavaðu 51 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldunum ??? vatni og vindi ???
og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Harvið fór elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum upp um elframleiðsluna úr olju, tá ið talan er um framleiðsluna eftir einum ári. Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og í Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum.


Seinasta hálva árið ??? oktober 2014 til mars 2015 ??? hevur SEV í miðal framleitt 71 prosent av elorkuni úr vatni og vindi. Mesta vindorka á elnetinum higartil hevur verið heilt uppi á 85 prosentum av framleiðsluni tilsamans.


Fyrsta ársfjórðing 2015 lá elframleiðslan úr vatni og vindi uppi á 73 prosentum, tó at tað bæði hevur verið minni vindur og regn fyrsta ársfjórðing í 2015, samanborið við sama tíðarskeið 2014. Harumframt øktist elframleiðslan fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi 2015, sammett við fyrsta ársfjórðing 2014.


Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent í 2014, samanborið við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014, sammett við árið fyri. Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,5 prosent.

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2014, tá ið árliga framleiðslan fyri fyrstu ferð fór upp um 300 Gigawatt-tímar. SEV framleiddi 305 Gigawatt-tímar í 2014, og tað er 4,6 prosent meira enn í 2013, tá ið elframleiðslan tilsamans var 292,5 Gigawatt-tímar.

Kelda: SEV.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder