2013-12-03 18:41
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, legði á tíðindafundi í morgun úrslitini frá PISA kanningini 2012 fram. Samstundis vórðu PISA - úrslitini almannakunngjørd kring allan heimin í teimum 66 londunum og búskapunum, sum hava verið við í kanningini.
PISA er ein altjóða OECD kanning, sum hevur verið gjørd 3. hvørt ár síðani 2000. Føroyar hava luttikið í 2006, 2009 og 2012.
Endamálið við PISA kanningunum er at máta, hvat 15 ára gomul hava lært av tí, tey hava tørv á at duga fyri at klára seg seinni innan útbúgving, arbeiði og í familju- og samfelagslívi.
Høvuðsniðurstøðurnar í føroysku PISA kanningini hesaferð eru:
- Vit hava framgongd í PISA úrslitunum frá 2006 til 2012, men vit eru framvegis aftanfyri hini Norðurlondini
- Av londum í PISA 2012 eru vit í niðasta triðinginum í øllum fakøkjum, sum eru støddfrøði, lesing og náttúrulærugreinar
- Lutfalsliga stórur partur av okkara næmingunum fáa færri stig enn tað, sum PISA hevur sett sum mark fyri nøktandi førleika
- Sera fáir av okkara næmingum hava sera góðan førleika
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur um úrslitið:
???Eg eri fegin um, at vit sum tað einasta norðurlandið hava framgongd á øllum økjum. Nógv átøk eru sett í verk í fólkaskúlanum síðani fyrstu PISA kanningina, og vit fáa nú fyrstu ábendingarnar um, at tað gongur rætta vegin. Tað hevur tí stóran týdning, at allir partar, sum varða av fólkaskúlanum halda á fram við at menna okkara fólkaskúla???.
Nú feskastu PISA-úrslitini fyriliggja fer Mentamálaráðið beinanvegin:
Saman við skúlaleiðarum at viðgera PISA - úrslitini og at umrøða møgulig átøk í skúlunum.
Fundur verður í næstu viku.
At heita á Fólkaskúlaráðið um at gera tilmæli í sambandi við nýggjastu PISA ??? úrslitini.
At styrkja uppfylgingina og eftirmetingina av átøkunum, sum longu eru sett í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald