2015-10-05 16:04

Fram kom á Hvalba í nátt við 350 tonsum av makreli, sum teir skulu landað í Hvalba og í Vestmanna.
Fram hevur hendan túrin partrolað saman við Steintór, teir hava roynt norðanfyri í landnyrðringshorninum í føroyskum sjógvi, tætt uppat norska markinum.
Fram hevur landað í Hvalba í morgun og er nú ávegis til Vestmannar, har teir verða beint eftir middag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald