2021-06-22 12:38

Fram, sum hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, hevur sett kós heim, teir verða á Vestmanna fyrrapartin í morgin við 200 tonsum av makreli, sum teir landa til Vestmanna Seafood og til Fiskavirkið í Hvalba.
Makrelurin er stórur, vektin liggur um 450 gramm.
Fleiri føroysk skip hava verið í altjóða sjógvi norðanfyri - nú eru: Næraberg, Norðborg og Fagraberg har norðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald