JN

Fram kemur á Fuglafjørð við 450 tonsum av makreli

...

2016-09-22 07:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fram kemur á Fuglafjørð í morgun við 450 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, so skal ein partur av veiðuni flytast við bili til Vestmannar, har Vestmanna Seafood skal arbeiða makrelin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið - Mikkjal Hammer skipari á Fram segði - at nógv var at síggja, men teir høvdu stutt tov, fyri at góðskan skuldi gerast so góð sum møguligt. Fram hevur roynt 200 fj. norður úr Føroyum.

Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á makrelveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder