JN

Frálærubók í føroyskum fyri útlendingar

...

2014-07-26 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Málskeið í føroyskum fyri útlendingar ???Faroese ??? A Language Course for Beginners??? er útkomið. Forlagið Stiðin gevur bókina út.

Skeiðið hevur higartil bert verið at fingið sum royndarútgáva við einari tekstbók og einari mállærubók. Nú eru báðar bøkurnar í einum. Framvegis fylgir fløga við ljóðfílum við bókini, ið telur 764 blaðsíður.

Um allan heim er stórur áhugi fyri at læra føroyskt, men higartil hevur tað

verið rættiliga torført hjá útlendingum at fáa eina líkinda lærubók, sum kann gera teir førar fyri at skilja málið og natúrliga seta seg inn í dagliga lívið í Føroyum.

Tað eru málfrøðingarnar Jonathan Adams og Hjalmar P. Petersen, sum hava evnað skeiðsbókina til á enskum máli. Farið var undir hetta verk í 2007, og royndarútgávurnar hava vakt miklan ans um allan heim og hava fingið ummæli í kendum málfrøðiligum tíðarritum. Næmingar hava fingið nógv burturúr, og nógv uppskot um ábøtur eru komin fram hesi árini.

Alt hetta hevur ført við sær, at vit nú kunnu geva út ta fyrstu vanligu útgávuna av hesi bók. Umframt sjálvan tekstin eru nógvar myndir við í bókini. Á fløguni, sum fylgir við, eru tekstadømi, sum nakrir av okkara bestu sjónleikarum á fyrimyndarligan hátt bera fram. Hetta er avbera hent, tí tað er einki dulsmál, at framburðurin er ein tann størsti snávingasteinurin hjá útlendingum, sum vilja læra seg føroyskt.

Brot úr ummælum av bókini

???At last it???s here! This truly superb language course in Faroese (from English) looks set to become an invaluable aid to the student of this most remarkable Nordic tongue.???

James Proctor, author of Bradt Guide to the Faroe Islands

???This is an engaging and delightful book: it makes one want to go to the Faroes and speak Faroese.???

Martin Chase, Fordham University (Scandinavian Studies)

???[???] an attractive textbook that can also be recommended to advanced students.???

Christer Lindqvist, University of Greifswald (European Journal of Scandinavian Studies)

I would strongly recommend this Language Course to everyone who wants to learn Faroese or improve their language skills.???

Detlef Wildraut (Tjaldur)

???The basic organization of Faroese is ingenious and it works well. It makes it possible to present a lot of information on the Faroese language, culture, society and geography in a coherent and interesting fashion. The exercises are well thought out and useful and the cd (and the audio files on the Internet) is excellent.???

Höskuldur Thráinsson, University of Iceland (Fróðskaparrit)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder