Politikkur

Frágreiðing um Heilsunýskipan løgd fram í morgin

...

2013-11-04 20:40 Author image
placeholder

Frágreiðing um Heilsunýskipan løgd fram í morgin

Á tingfundinum í morgin leggur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, fram frágreiðing um Heilsunýskipan. Aðalorðaskifti verður um frágreiðingina í Løgtinginum fríggjadagin 8. november.

----

Endamálið við frágreiðingini um Heilsunýskipan er at vísa á eina nýggja heilsupolitiska kós fyri Føroyar. Eina kós sum byggir á ta einføldu grundsúlu at geva føroyingum betri møguleika at liva eitt heilsugott lív uttan sjúku.

Hóast málið er einfalt, er avbjóðingin stór og spurningarnir nógvir og samansettir. Tí hevur tað verið avgerandi fyri landsstýrismannin í heilsumálum at fáa kjølfest arbeiðið við nýskipanini millum tey, sum arbeiða í og kring heilsuverkið, í millum tey sum varða av sjúklingum og ikki minst hjá vanliga føroyinginum.

Í hesum sambandi vóru fundir allan juni mánað við áhugabólkar og fakfeløg. Á fundunum høvdu umboðini høvið at greiða frá tí, ið tey mettu hevði størstan týdning fyri at fáa føroyska heilsuverkið fram á leið í hesum rembingartíðum.

??tgangsstøðið - tann reyði tráðurin - fyri fundirnar var, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, hevði eitt ynski um eitt heilsuverk, sum í størri mun fyribyrgir at fólk vera sjúk.

Eisini varð skipað fyri skrivligari hoyring og á heimasíðuni hjá ráðnum høvdu øll møguleika at siga sína hugsan um hvussu vit fáa eitt betri heilsuverk. Tilsamans luttóku 100 hoyringspartar í tilgongdini.

Frágreiðingin um Heilsunýskipan er í stóran mun sprottin úr hesari hoyringstilgongd. Umframt at seta eina yvirskipaða kós, inniheldur frágreiðingin eisini ítøkilig átøk, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at arbeiða við í valskeiðinum.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13.30 og er framløgan av frágreiðingini fyrsta mál á skrá.

Heilsumálaráðið 4. november 2013

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder